Rørsluavdúking

Pallur: Windows
Leinki: Tak DEMO-útgávuna niður (Brúka ókeypis í 30 dagar)
Leinki: Tak DEMO-útgávuna niður sum MSI-pakka (til útbreiðslu í fyritøkunetverkum)
Prísur: 24,99 €



Pallur: Mac OS
Leinki til iTunes Store

Skíggjamyndir

Nýtsla

Høvuðsfunktiónirnar í ritbúnaðinum „Rørsluavdúking“ eru at avdúka og skráseta rørslur hjá lutum á kamerunum.

Fyri at byrja at arbeiða við forritinum „Rørsluavdúking“ er neyðugt at kopla USB-kamerur tíni til teldunnar og leggja tey afturat forritinum við einum músaklikki. Tá ið forritið verður byrjað, verða øll afturatløgd og tengd kamerur sjálvvirkandi tendrað.

Síðani er neyðugt at velja eitt kamera og virkja rørsluavdúkingarstøðuna. Í hesi støðu avdúkar forritið rørslur hjá lutum. Myndirnar verða tiknar sjálvvirkandi. Algoritman í forritinum er bøtt soleiðis, at smáar broytingar í kameramyndini, t.d. broytingar orsakað av vingsan, sólsetri ella skordjóri á kameranum, ikki verða mettar sum broytingar og verða sæddar burtur frá. Í hesum føri verða ongar myndir tiknar.

Sending við telduposti

Í rørsluavdúkingarstøðuni er sendimøguleikin tøkur. Í hesi støðu sendir forritið tiknu myndirnar til ta uppgivnu teldupostadressuna. Tí er neyðugt at geva upp teldupostadressuna, sum tiknu myndirnar skulu sendast til. Teldupostarnir verða bert sendir, um kamerurnar hava avdúkað broytingar. Minsta tíðarbilið millum sendingar av telduposti kann ásetast. Talið av sendum teldupostum kann avmarkast.

Avriting av tiknum myndum

Verður rørsla avdúkað, goymir forritið tiknu myndirnar sjálvvirkandi. Hesar myndirnar kunnu avritast í klippiborðið ella flytast til eitt annað forrit. Í stýriskipanini Windows ber til at avrita myndirnar í ta mappuna, sum brúkarin hevur givið upp.

Niðurtøka umvegis FTP

Tú kanst leggja myndirnar sjálvvirkandi upp á ein ambætara við at geva upp dáturnar um FTP-ambætaran. Hesin møguleikin kann vera áhugaverdur fyri teir brúkarar, sum vilja hyggja at myndunum á heimasíðuni á internetinum.

Fleiri møguleikar

Í rørsluavdúkingarstøðuni er ljóðfráboðan tøk, og tað ber eisini til at áseta eitt tíðarbil, tá ið rørsluavdúkingarstøðan er virkin.

Nýtsludømi

Hetta forritið er ein framúrskarandi loysn, um tú vilt halda eyga við íbúð tíni, húsi ella skrivstovu uttan at brúka dýran útbúnað. Tú hevur bert brúk fyri einum einføldum USB-kamera og eini teldu. Forritið stuðlar samstundis nýtslu av fleiri kamerum, sum kunnu koplast beinleiðis til teldunnar. Tú kanst brúka USB-longingar fyri at bøta um eftirlitsskipanina (leiðningar upp til 25m við orkustuðli eru tøkir). Við USB-býtarum kann talið av USB-portrum, sum eru tøk til kamerur tíni, økjast.