Pallur: Windows
Leinki: Tak DEMO-útgávuna niður (Brúka ókeypis í 30 dagar)
Prísur: 19,99 €
Pallur: Mac OS
Leinki: fyribils ikki tøkt
Nýtsla
Forritið er ætlað til at skráseta søvn. Tað kann nýtast til hvørjar lutir sum helst, so sum bøkur, fløgur, peningar, frímerki o.s.fr. Slagið av luti (bók, peningur o.s.fr.) kann ásetast av brúkaranum.
Arbeiði við lutunum í savninum
Alt eftir slagi av luti ber til at leggja ymiskar upplýsingar um hann afturat. Hvør lutur kann fáa ein bólk og ein undirbólk (sum brúkarin kann áseta). Hevur luturin ein høvund, kann brúkarin geva hann upp. Fer brúkarin síðani inn á teigin við høvundum og velur ein teirra, verður ein listi vístur við øllum lutum, sum hava henda høvund. Umframt høvundin kanst tú leggja onnur fólk afturat og geva upp leiklut teirra í mun til lutin. Brúkarin kann áseta ein lista yvir møguligar leiklutir. Á sama hátt kunnu allir lutir, sum hava samband við ein ávísan persón, vísast í einum serstøkum lista.
Umframt tær almennu dáturnar loyvir forritið at goyma fjølbroyttar eginleikar hjá lutunum, t.d. ISBN, forlag, stødd, snið, marknaðarupplýsingar, og hevur eisini eyka teigar.
Útláni
Forritið ger tað møguligt hjá brúkarum at hava yvirlit yvir „útlánt“ lutir. Til hetta endamál skulu brúkararnir halda ein lista yvir kundar og geva upp støðuna hjá útlánta lutinum, dagin fyri útlánið og ætlaða og veruliga dagin, tá ið luturin varð latin aftur.
Skráseting av, hvar lutir tínir eru goymdir
Forritið loyvir tær eisini at goyma lutir á ávísum støðum, t.d. bygningi, rúmi, skápi og hillu. Hevur brúkarin valt eitt stað, kann hann síggja ein lista yvir allar lutir, sum eru goymdir á hesum staðnum.
Arbeiði við talvum
Allar talvur í forritinum kunnu lætt og einfalt tillagast av brúkaranum - tú kanst áseta, hvørjir teigar skulu vísast, raðfylgju og breidd teirra, og eisini velja, hvussu innihaldið í talvuni skal raðast.
Allar talvur kunnu útflytast í CSV-sniði, prentast ella goymast sum PDF-fíla.
Fleirbrúkaraforrit
Forritið stuðlar eyðmerking av brúkarum. Hvør brúkari av forritinum hevur sítt egna brúkaranavn og loyniorð. Allar broytingar í dátunum verða sjálvvirkandi skrásettar av forritinum. Forritið loyvir tær at fylgja við, hvør brúkari hevur lagt dátur afturat ella broytt tær. Dagur og tíð fyri broytingarnar verða skrásett, umframt fullar upplýsingar um, hvat er broytt.
Forritið kann arbeiða við staðbundnum dátugrunni og eisini við miðsavnaðum MySql-dátugrunni. Í seinna førinum kunnu fleiri brúkarar arbeiða við forritinum samstundis. Tá ið ein brúkari rættar ein lut, er hann bert tøkur hjá øðrum brúkarum í lesistøðu.
Forritið betrað eftir tínum tørvi
Forritið byggir á Temia Business Template (Java), ein komponent, sum vit hava ment, og sum tryggjar álítandi virkan av forritinum og ger tað møguligt skjótt at tillaga forritið til neyðug krøv hjá brúkarunum uttan stórar útreiðslur. Um tú setur teg í samband við okkum, geva vit tær fegin eina kostnaðarmeting av einari betring av forritinum eftir tínum tørvi.




